Tín keypskurv er tóm í løtuni!
TOPTEK veitir hágóðskuvøru til bæði vinnu og heim.
Okkara kjarnuvirði eru góðska, trygd og umhvørvið. Vit leggja okkum tí eftir at veita kundum fyrstafloks vørur, ið eru gjørdar við nærlagni og umhugsni fyri umhvørvinum, heilsu og trygd hjá tí einstaka.
Stóra og breiða vøruúrval okkara umfatar m.a. ymisk evni til reingerð, yvirflatuviðgerð og verju. Ymisk avfeittingarevni, smyrjievni, lím, tape, tettingartilfar, amboð, el-útgerð og ljósskipanir.
Tú sparir tíð og pening við vørum okkara, tí brúksumráðið á teimum er stórt. Tískil gerst goymslan minni og lættari verður at halda skil á.
Sum kundi hjá okkum vilt tú uppliva at vit leggja dent á:
- Góðsku
- Ráðgeving
- Personligt samband
- Skjóta levering
Um búmerkið
Kjarnuvirðini hjá TOPTEK eru góðska, trygd og umhvørvið og hetta sæst aftur í búmerkinum.
Bókstavurin O brýtur frá hinum og er samansettur av ymsum myndum. Sjálvur formurin er ein rundingur, sum vísur á, at vit fevna víða og røkka út til allar vinnur og heim í samfelagnum. Dropin ímyndar ymisk evni, oljur, sápur og vatn. Eisini eitt blað sæst, sum vísir á vørur, ið eru umhvørvisvinarligar.
Litirnir hava íblástur úr føroysku náttúruni.