Keypstreytir

1. ALMENNAR UPPLÝSINGAR

TOPTEK Sp/f
í Líðini 111
FO-410 Kollafjørður

V-tal: FO529710
Telefon: +298 588530
Email: toptek@toptek.fo

2. GJALDING

Gjaldast kann við hesum gjaldskortum: Visakort og Mastercard.

Tað er eisini møguligt at gjalda við bankaflyting.
Spurningar viðvíkjandi hesum kunnu sendast til toptek@toptek.fo

Allir prísir eru í DKK inkl. MVG. um annað ikki er tilskilað.

Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum, prísbroytingum og tastivillum. 
Prísurin er bert galdandi í Føroyum. 

Verður goldið við gjaldskort skal kortnummar, dato og kontroltal upplýstast, og harvið verður loyvi givið til at TOPTEK kann trekkja upphæddina av gjaldskortinum. Allar gjaldsupplýsingar verða krypteraðar.

Verður goldið við gjaldskort verður upphæddin trekt, tá vøran verður send/avheintað.

3. VØRUR OG BÍLEGGINGAR

Á toptek.fo kanst tú keypa eitt stórt úrval av ymiskum evnum til reingerð, yvirflatuviðgerð og verju. Ymisk avfeittingarevni, smyrjievni, lím, tape, tettingartilfar, amboð, el-útgerð og ljósskipanir.

Tá bílagt verður skulu allir týdningarmiklir upplýsingar útfyllast, so sum navn, bústað, teldupost og telefonnummar.

Ein bíleggingarváttan verður send á upplýstu teldupostadressu.

Bíleggingar, sum verður goldnar við bankaflyting, verða sendar tá peningurin er móttikin.

Er vøran ikki á lagur, seta vit okkum í samband við teg umvegis telefon ella teldupost.

Gávukort kunnu ikki umbýtast til kontantir.

4. LEVERING / AVHEINTAN

TOPTEK leverar bíleggingarnar við POSTA ella øðrum flytifelag. Væntaða veitingartíðin er 5-10 dagar. Vørur kunnu eisini avheintast eftir avtalu.

Bíleggingin verður send við galdandi post- og avgreiðslugjaldið á kr. 50 og bíleggingin verður vanliga avgreidd innan tveir arbeiðsdagar, um vøran er á lagur.

5. IÐRANARRÆTTUR

Sum keypari hevur tú 14 dagar iðranarrætt, tá tú keypir frá heimasíðu okkara, treyta av, at vøran ikki er opna og er í upprunaliga pakkanum, og at vøran ikki er handfarin í stríð við vegleiðingina í teir 14 dagarnar frá og við tí degi tú móttekur vøruna.

TOPTEK geldur ikki fyri afturbering av vørum í samband við iðranarrættin.

Iðranin skal upplýsast okkum í seinasta lagið 14 dagar eftir at keypið er farið fram og vøran skal sendast retur í seinasta lagi 14 dagar eftir at tú hevur upplýst okkum at tú ynskir at nýta tín iðranarrætt.

Upplýsingar um iðranina skal sendast til toptek@toptek.fo og tað skal týðiligt vísast á, at tú ynskir at nýta tín iðranarrætt og at tú ynskir at senda vøruna retur.

6. AFTURGJALD

Iðrar tú keypið, fært tú upphæddina aftur, ið tú hevur goldið. Verður mett at vøran er lækka í virði, sum tú heftir fyri, verður hetta trekt av keypsupphæddini.

Nýtir tú tín iðranarrætt, verður upphæddin afturgoldin uttan óneyðuga seinkan og í øllum førum 14 dagar frá tí dagfesting, tá vit hava móttikið boðini um at tú ynskir at iðra títt keyp. Endurgjald verður veitt á sama gjaldshátt, sum tú nýtti, tá tú keypti vøruna, uttan so at annað verður avtalað.

Iðrar tú, fært tú upphæddina aftur, ið tú hevur goldið í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tú hevur iðrað avtaluna.

Iðrar tú, skal vøran sendast til:

TOPTEK
í Líðini 111
FO-410 Kollafjørður

Hesar vørur eru ikki fevndar av iðranarrættinum:

– Vørur, ið eru framleiddar eftir ynski frá kundanum
– Vørur, ið gerast verri ella spillast skjótt

7.  REKLAMATIÓN

Sum kundi hjá okkum hevur tú 24 mðr. reklamatiónsrætt. Tað merkir, at tú antin fært vøruna umvælda, umbýtta, pengarnar aftur ella avsláttur alt eftir hvør støðan er. Tað er krav, at reklamatiónin er røtt, og at mangulin ikki er orsaka av skeivari nýtslu ella aðrari skaðiligari atferð.

Sum kundi mást tú reklamera í rímuligari tíð, eftir at mangulin er staðfestur. Verður reklamatiónin gjørd innan 2 mðr. eftir at mangulin er staðfestur, vil reklamatiónin verða rættstundis.

Er reklamatiónin røtt, veita vit endurgjald fyri (rímiligum) fraktkostnaði. Vøran skal altíð sendast aftur í tryggum pakningi og altíð saman við kvittanini, so vit kunnu endurrinda fraktkostnaðin.

Omanfyri standandi er ikki galdandi fyri feskar ella frystar matvørur.

Vørur skulu sendast til:

TOPTEK
í Líðini 111
FO-410 Kollafjørður

Tá tú sendur vørur aftur, verður tú vinarliga biðin um at lýsa trupulleikan, so neyvt sum gjørligt.

Vit móttaka ikki vørur við eftirkravi.

8. PERSÓNDATAPOLITIKKUR OG TRÚNAÐUR

Tá bílagt verður, hava vit tørv á hesum upplýsingum:

  • Navn
  • Bústað
  • Teldupost
  • Gjaldskort

Hesar upplýsingar nýta vit einans til at senda tína bílegging.

Tínar upplýsingar verða goymdar so leingi tú hevur ein brúkara hjá TOPTEK

Gjaldskortsupplýsingar verða goymdar bronglaðar via Quickpay. 
TOPTEK hevur ikki atgongd til hesar upplýsingar.

Tínar upplýsingar verða einans goymdar fyri at geva tær tí bestu tænastuna og verða ongantíð seldar ella givnar til triðja part.

Okkara privatlívspolitikkur kann lesast her

9. KLAGUR

Ynskir tú at klaga um títt keyp, so kanst tú seta teg í samband við toptek@toptek.fo. Um tað ikki eydnast at finna eina loysn, kanst tú senda eina kæru til viðkomandi brúkaraumboð.